About us

Kæru borgarar

Tvøroyrar kvøld- og ungdóms- skúli bjóðar ungum sum eldri hjartaliga vælkomnum til eitt nýtt kvøldskúlaár. Summarið er av, og heystið er komið. Vit koma nú móti myrkari tíðum og síggja, at nógv uttandura virksemi broytist til innandura virksemi,  og hóast harðveður stundum er um heystið, so er henda tíðin sanniliga eisini hugnalig og fjálg. Kvinnur, menn, vaksin og ung leita til hugnaligt virksemi, ið fevnir um samansjóðing, nærveru, samveru, frálæru og undirvísing.

Á forsíðuni á faldaranum er aftur í ár ein serstøk mynd at síggja. Tað er Drós Ákadóttir, ið hevur prýtt forsíðuna. Kvøldskúlin skipaði fyri eini kapping, har besta mynd-in, ið kom inn, skuldi prýða forsíðuna. Evni var Veðurlagsbroytingar og endurnýtsla. Tá ið freistin var úti, hevði kvøldskúlin fingið tvær flottar myndir. Fyri  at avgerandi metingin skuldi vera gegnilig, vóru myndirnar sendar til eina serkøna nevnd at avgera, hvør besta myndin var. Dómsnevndin fekk ikki at vita, hvørji dugnalig fólk áttu myndirnar. Í dómsnevndini sótu Kinna Poulsen, kendur listaummælari, og Bárður Dal Christiansen, arkitektur. Á Tvøroyri er Bárðurm.a. kendur fyri at hava málað kontórbygningin hjá gomlu skipasmiðjuni á Tvøroyri í sambandi við verkætlanina #Litbrá.

Í grundgevingunum varð millum annað sagt: Báðar myndirnar eru tvær frálíkar myndir, greiðar í boðskapinum, og mann ivast ikki í, hvat tær snúgva seg um. Báðar eru tær symbolskar og  hava hvør sín stíl. Aðrar grundgevingar fyri vinnara- myndina vóru at av tí, at veðurlagskreppan er realistisk og  ikki so einføld, er gott við einum sindri av vón. Kinna Poulsen   segði: Á mydnini er vón í  hondunum, sum halda um jørðina  eins og vit mugu gera tað sama. Um hina myndina segði ein av dómarunum, at myndin hevði  meira grafiskt og einkult myndamál, men at báðar myndirnar vóru   sera góðar upp á hvør sín máta.   Av tí at báðar myndirnar vóru so   góðar, so vildi Kvøldskúlin brúka báðar í faldara- num. Myndin á øðrum plássi  hevur Filip Simonsen úr Froðba    teknað. Virðislønin fyri vinnaramyndina var 5.000 krónur, og virðislønin fyri hina var 2.000 krónur. Evnið til forsíðuna Veðurlagsbroytingar og endurnýtsla varð ikki tilvildarliga vald. Nýggj gransking vísir ein ræðandi veruleika um, at heimurin stendur fyri stórum veðurlagsavbjóðingum, men vit menniskju kunnu í ein ávísan mun bøta um støðuna, eitt nú við at arbeiða samfelt móti eini burðardyggari samfelagsmenning.

Forsíðan á faldaranum er ein roynd at kunna vera við til at broyta hugsan til gerð. Eitt nú at tað ber til at dálka heimin minni, um vit endurnýta meira, og  hóast tað kann tykjast vónleyst, so kann hvør einstakur av okkum gera mun. Ein liður at varpa ljós á evnið er at síggja í kvøldskúlaskránni. Talan er um eitt samstarv millum Tvøroyrar- og Vágs kvøldskúla, her høvuðsevnið er burðardygg menning í okkara nærumhvørvi.

Við hesi verkætlan vilja vit  varpa ljós á, hvussu vit sum einstaklingar kunnu skapa, endurnýta og brúka lokalt tilfeingi, t.d. føroysku ullina, dyrka egið grønmeti og endurnýta tilfar til at skapa nýtt, heldur enn at tveita tað burtur. Skeiðini í samstarvinum  ella sum koma undir at vera burðardygg eru frámerkt við endurnýtslumerki.Eitt annað nýtt spennandi sam- starv er millum Tvøroyrar kvøld- skúla og Sumbiar kvøldskúla.

Talan er um ein dramaverkstað fyri børn og ung. Heystfrítíðin í ár byrjar 9. oktobur og endar 17. oktobur. Kvøldskúlin leggur fyri við sínum virksemi eftir heystfrítíðina, mánadagin 18. oktobur. Tó fara onkur skeið kanska í gongd áðrenn. Skeiðið Koyrikort til prutl varð bjóðað út 30. august á tilmeldingarskipan skúlans, og var fultteknað eftir lítlari løtu. Nýtt skeið verður boðið út í vár.

Í longri tíð hevur verið arbeitt við at menna skipanina við undirvísing í føroyskum sum annaðmál í Suðuroynni, og hon er um at vera klár. Hetta er eitt samstarv millum undirvísarar av Tvøroyri og úr Hvalba og Vági. Tveir av undirvísarunum eru farnir í holt við at taka eina førleikamennandi útbúgving til at undirvísa á Setrinum í føroyskum sum annaðmál. Hetta er ein nýggj útbúgving, ið verður roynd fyrstu ferð í ár. Námsætlanin og tað ástøði, sum námsætlanin byggir á,  er altjóða viðurkenda CEFR- skipanin.

Á kunnandi tiltaki í Salt sunnu- dagin 12. septembur fyri ensktmæltar tilflytarar, búsitandi í Suðuroynni meldaðu 40 seg til undirvísingina hetta skúlaárið, ið byrjar skjótt. Undirvísingin verður skipað soleiðis, at øll undirvísing í føroyskum sum annaðmál verður løgd saman í oynni, her arbeitt verður sum eitt toymi.

Almenn undirvísing og glottar Tvøroyrar kvøld - og ungdóms- skúli bjóðar drúgv skeið í almenn ari frítíðarundirvísing, og  styttri skeið verða bjóðað út í  Heystglottum 2021 og Várglottum 2022. Glottarnir eru  sprotnir úr tí støðu, at játtanin, sum   Tvøroyrar kvøld- og ungdóms skúli fær játtaða frá Mentamá laráðnum hvørt ár, røkkur snøgt sagt ikki  til tey eyka tilboðini, sum kvøldskúlin vil veita fólki.

Hetta hevur tó eisini við sær, at tey ymsu skeiðini verða fíggjað við brúkaragjøldum. Hetta hevur tó ikki hildið fólki aftur frá at melda seg til tey ymsu tilboðini. Og eg fari at nýta høvið til aftur at takka tykkum fyri, at tit hava víst nýggja leistinum í kvøldskúla- skipanini so stóra vælvild og undirtøku. Tí at vóru tit ikki við, hevði einki av hesum borið til.

Nýggja tilmeldingar- og gjaldingarskipanin liggur á hesi heimasíðu. Her ber til at melda seg til skeiðini og gjalda við gjaldskorti. UM skeiðini av onkrari orsøk ikki verða av nøkrum vegna forfall ella annað, so fer peningurin ikki av gjaldskortinum, hóast lut- takarin hevur meldað seg til.

Frítíðarkortið kann brúkast fyri børn í aldrinum 0 upp til 17 ár.  Øll skeið í kvøldskúlanum eru TREYTAÐ AV LUTTØKU, og skeiðini eru treytað av í minsta lagi átta luttakarum. Á summum skeiðum er eisini eitt evsta mark.

Várframsýningin hjá kvøldskúlanum verður eftir ætlan leygardagin 23. apríl 2022.

Við ynskjum um eitt litríkt og gevandi kvøldskúlaár.

Lív Næs, leiðari.

English:

Welcome fall

Tvøroyri evening and continuation school bids everyone, young and senior, a heartfelt welcome to a new evening school year. The summer is over and fall has arrived. The move towards shorter days also means that many of the outdoor activities are changing to indoor activities and although the wind in the fall can be strong at times, this time period can be cosy and charming. Women, men, adults, and young are yearning, when shifting between cosy shelter indoors and outdoors, to come together as a group, to attend, be present, to learn and teach. Last year's evening school provided a wide range of courses and activities and hosted at the end of evening school year an exhibition at Salt, which was a big success with a large turnout.

This year's front cover on the booklet is again an exceptional picture to look at. The front cover's design was created by Drós Ákadóttir. The evening school organized a competition to select the best picture to be used for the front cover and this year's competition theme was Climate change and recycling. After the deadline passed for submission, the evening school had received two outstanding beautiful pic- tures. The pictures were passed to a committee composed of professionals to decide which picture was the best. The judging committee was not informed who the artists were of the submitted pictures. Those sitting on the committee were Kinna Poulsen  w h o i s w e l l  k n o w n a n d recognized painter, and Bárður Dal Christiansen who is an architect. Bárður is known in the community for painting the old electronic workshop in Tvøroyi for the project #Litbrá. The person whose painting will be selected will win a financial prize of 5000kr.

In the decision explained by the committee, both pictures are two remarkable pictures that deliver clear message on what the pic- tures are communicating. They both delivered well their messa- ges, symbols, and retained their own artistic style. The decision for choosing Drós' picture as the winner was the climate crisis was realistic and not simplistic, and that there is hope in the hands of individuals and that we must take care of the earth. The picture that came second place is also in the booklet.

The theme, “Climate change and recycling” was not selected randomly. Research shows that theworld is facing big climate challenges, but we, as people, can make a significant difference if we work together towards buil- ding a sustainable society. The front cover was a first step on changing narrow perspectives. One possibility that can be done now is polluting the earth less if we recycle more. Another mea- sure is to highlight this theme here in the evening school year's agenda. This entails a colla- boration between Tvøroyri and Vágs evening school.

The overall cooperating theme is sustainable development in our immediate surrounding. Our wish with this project is to highlight how we, as residents, can create, recycle, and use local resources, for example, use Faroese wool, plant one's own vegetables, and recycle materials to create some- thing new than to throw them away. The course in collaboration is marked with the recycling logo.

Another new exciting collaboration is between Tvøroyri evening school and Sumba evening school. The colla- boration between the evening schools last year was a huge success on teaching how to play chess at Salt that this time, we want to teach something different. The new course is a drama workshop for children and the youth. The course will take turns being taught in Tvøroyri and in Sumba. More information on this course in the booklet.

Fall holiday this year starts on October 9th and ends October 17th. The evening school will start its program after the fall holiday on Monday, October 18th. In spite of the starting date, there have been some other courses that have already been offered. The moped license course was offered on August 30th, which was fully booked shortly after it was possible to register on the school's registration system. The course starts as soon it is possible and a new course will be offered in the spring.

For quite some time, there has been work to develop a program related to teaching Faroese as a second language in Suðuroy and the program is now ready. This is a cooperation between the teachers in Tvøroyri, Hvalba, and Vágs. Two of the instructors are in the process of upskilling their education on teaching Faroese as a second language at the Faroese university. The course is part of a new education that is on a trial run for the first time this year. The curriculum and its theory is built on internationally recognized CEFR program.

There was an information event at Salt on Sunday, September 12 in English for non-Faroese residents who live in Suðuroy. There were 40 participants who registered for the Faroese language course this school year that will start soon. The Faroese language teaching for this year is organized in a way all the teaching is in one place under one team.

Public courses and glottar.

The Tvøroyri evening and contin- uation school offers regular (long) courses as part of public tuition while short courses will be offered during Heystglottum 2021 and Várglottum 2022. The glottar came to be due to the circumstances where approp- riated funds Tvøroyri evening and continuation school receives from the Ministry of Education each year does not extend to the extra 'glottar' courses the evening school offers to its residents.Therefore, these different (glotta) courses are paid by the users themselves. Even so, this hasn't stopped people from signing up to different (glotta) courses. I want to take this opportunity to thank all residents for making glotta courses a part of the evening school program through goodwill and positive responses. Without you all, this would not have been possible. So again, thank you!

Many of you have been informed of the evening school's new registration and payment system. It is required to register for the course and pay with a payment card. If the course, for some reason, cannot be held due to insufficient participants or for another reason, the money will not be withdrawn from the payment card although the individual has registered to the course.

Tvøroyi evening school's website is www.kvungskuli.fo , which s t a n d s f o r e v e n i n g a n d continuation school. The evening s c h o o l w i l l c o n t i n u e i t s cooperation in different areas together with Sumba evening school and Vágs evening school. In connection to this cooperation, residents have the possibility to register different courses on the island. This cooperation is arranged to provide a better evening school course.

All courses offered by the evening school are contingent on the participants and courses are required to have minimum of 8 participants. Some courses have also limited space.

The evening school's spring exhibition is planned to be held on Saturday, April 23 2022.

Wishing you a colorful and enrichening evening school year.

 

Lív Næs, director