Fjallið, sum leyp og flustir leykir.

Thursday 5. May 2022

Fjallið sum leyp og flustir leykir: jarðfrøði-útferð í sunnara parti av Suðuroy.

Á útferðini vitja vit í Fámjin og síggja leivdirnar av størsta eldgosinum á landi í Føroyum. Á Ørðaskarði síggja vit fjallið, sum leyp og í Hovi finna vit helluna, sum sær út sum flustur leykur. Hví hendir slíkt?

Komið við á hesa útferð til landsløg í Fámjin, Hovi, Vági, Lopra, Sumba og Akraberg og síggj, hvussu Føroyar blivu eitt oyggjaland.

Leygardagin 7.mai fer bussur av Krambatanga kl.9.00, tá ið Smyril er komin, og koyrir luttakarar sum koma við Smyrli yvir til Tvøroyrar skúla.

Har verður byrjað við lítlum kaffimunni afturvið einum fyrilestri frá Jarðfeingi í Tvøroyrar skúla kl.10.00, áðrenn farið verður á spennandi útferð. Vit koyra við bussi og ferðaleiðarar vera trý starvsfólk frá Jarðfeingi. 

Við í prísinum er eisini leskiligur matpakki frá Café MorMor.

Tekna til á heimasíðuni her: https://tvk.atgongumerki.fo/webshop/event/1430421/order/info

p5050408.jpg

Myndina eigur 

Lis Mortensen

Náttúrulandafrøðingur