Heystfagnaður

Thursday 7. October 2021
Lív Næs
WRITTEN BY Lív Næs Manager, TVK

Kvøldskúlin byrjaði spakuliga við einum heystglotta fríggjakvøldið 1.oktobur, har tað var prátað um stuttfluttan, føroyskan burðardyggan mat saman við Maud W. Hansen og Sunnivu Mortensen. Øll vóru vælkomin, tað var ókeypis og Café MorMor hevði opið. Kvøldið var hildið í tráð við árliga Heystmarknaðin, sum varð hildin í miðbýnum á Tvøroyri leygardagin 2.oktobur. Afturvendandi oktobur Heystmarknaðurin hevur eisini eina facebook síðu, har tað ber til at síggja alla skránna og myndirnar frá degnum.