Springexhibition

Í dag hevur Kvøldskúlin havt eitt lítið tiltak á nýggja spæliplássinum á Tvøroyri. Ein stak hugnalig løta við røðu, hornblástri, harmonikutónum, zumba dansi og upplestri frá útlendingum eru komnir at búgva á Tvøroyri gjøgnum seinastu árini. Tær eru úr Ashley og Shanice úr Jamaica, Shelley úr Filipinunum og Maryangel úr Venezuela.

Wednesday 23. September 2020
Lív Næs
WRITTEN BY Lív Næs Manager, TVK

Røðan sum varð hildin:

Kæru tit, sum er savnað saman her í dag – hjartaliga vælkomin til eina stutta løtu í samveru og nærveru í hesum fagra veðrinum.
Hetta hevur verið okkum øllum ein sera løgin tíð merkt av korona, og vit hava øll verið merkt av hesum á ótrúliga nógvar mátar og eisini kvøldskúlin steðgaði alt sítt virksemið eina tíð.

Tað var skjótt greitt, at eingin Várframsýning fór at verða hildin á Seglloftinum soleiðis sum hon hevur verið hildin seinastu tvey árini. Og eg kundi eisini góðtikið støðuna, avlýst hetta með alla og sagt “vit síggjast aftur næsta ár”.

Hví velji eg so at gera eina minimalistiska uttandura Várframsýning. Jú svarið er einkult.
Sum menniskju hava vit brúk fyri at vera saman og at fáa íblástur frá hvørjum øðrum.
Nú landið hevur ligið lamið, og tey vanligu tilboðini ikki hava verið møgulig at farið til, ja so hevur man eisini havt møguleika at leingjast eftir tí, sum man kanska ikki visti, at man fór at sakna.

Bíðitíðin hevur eisini fingið meg at gruna yvir, hví tað er týdningarmikið við einum kvøldskúla í einum samfelagi..

Orsøkin til at vit hava ein kvøldskúla á Tvøroyri er jú fyri tykkum sum búgva her á staðnum.
Tí ein bygd ella ein býur er jú fyrst og fremst fólkini. Tá ið vit flyta til eitt stað, so spyrja vit kanska okkum sjálvi, hví vilja vit búgva har ? Jú eg vil búgva saman við hesum menniskjum sum eru her og nýta gott av teimum tilboðum sum mær eru bjóðað. Og tað er týdningarmikið at tilboðini sum verða bjóðað eru fjøltáttað og kveikjandi.

Tí ein bygd ella ein býur verður bara til eitt samfelag, tá ið ymisk fólk koma saman og kunnu vera saman uttan neyðuga at hava somu meiningar um alt. Ein samanseting av fólkum sum kanska ikki altíð eru samd við hvørjum øðrum ella við ymiskum áhugamálum.
Vit hava í okkara samfelagi eitt nú samkomuhús, fólkakirkjuna, øll ymisk ítróttarfeløg sum gera tað møguligt at vit øll ikki gera tað sama og vit hava ymsar møguleikar.

Uppgávan hjá kvøldskúlanum er at leggja dent á, týdningin av at vera saman. Tað sum kvøldskulin skal gera er at vera við at menna eitt samfelag. Ikki bara tilboð fyri einstaklingin sum skal læra seg at veva ella smíða – men nakað sum luttakarnir kunnu skapa saman í felag.
Við at brúka pengar og orku uppá ein kvøldskúla – so fært tú eitt blomstrandi samfelag sum nørist og tað fer at spretta á hvørjari ong.

Tað sum ger eina sterka mentan í einum samfelagi, er at man hevur samanhald men eisini at man hevur treysti at lata seg upp og taka av nýggjum avbjóðingum. Tá virkið brendi niður á Tvøroryi hevur man ongantíð samstarva so nógv millum bygdirnar. Og tað bar til. Tí vit taka okkum av hvørjum øðrum. Vit fylgja við hvørjum øðrum, ikki tí vit forvitnast men tí vit koma hvørjum øðrum við.

Kvøldskulin skal vera eitt fundament og ein platformur fyri at skapa eina góða býrarmentan ígjøgnum læring í nærveru og samveru.

Vit síggjast aftur komandi skúlaár.

Tags:
Zumba