Tilmeldingarskipan kvøldskúlans opnar týskvøldið 21.desembur kl.20.00

Monday 20. December 2021

Frá Tvøroyrar kvøld - og ungdómsskúla um Várglottar 2022

Í samband við at Várglottar 2022 byrja eftir jólaferiuna, verður tilmeldingarskipanin latin upp í annaðkvøld kl.20.00. Ætlanin er, at kvøldskúlavirksemi spakuliga byrjar, tá ið fólkaskúlin byrjar aftur í 2022. 

Skeiðini fevna um tey vanligu almennu skeiðini, styttri skeið, eindagsskeið, vikuskiftisskeið og fyrilestrar. Faldari kvøldskúlans er at finna longri niðri á heimasíðuni.

Tann einasta tilmeldingin sum ikki opnar í morgin er til lítla prutl koyrikortið.

Tilmeldingini verður latin upp 9.februar klokkan 20.00.

Ymisk fjølbroytt skeið eru á skránni í vár, men nakrar broytingar eru longu komin fyri í onkrum skeiðsvirksemi. Um tað er okkurt tit ætla at melda tykkum til útfrá faldaranum sum varð borðin út í húsini í heyst, so tilmæli eg tykkum at hyggja einaferð eyka her á heimasíðuni. Summi dato og tíðspunkt eru broytt. 

Eisini vil eg leggja afturat, at har eru tveir heystglottar sum eru koyrandi enn í nýggja árinum.

Tann eini er lesiringurin saman við Jónu Midjord. Har hava vit lisið triðju bókina í røðini hjá Sólrun Michelsen og næsta bókin á skránni er Blomsterdalen eftir Niviaq Korneliussen.

Tað er enn møguleiki at melda seg til.

Hin glottin er ein fyrilestur, um hvussu tú brúkar títt bokashi sett.

Ein fyrilestur frá umhvørvisvikuni á Tvøroyri 2021 við Súsannu Berg á odda, umhvørvisleiðari hjá IRF, ein framløga sum tú fært sendandi gjøgnum teldupost, um tú meldar teg til á heimasíðuni.

Mynd: Kulugjógv í Froðba

Copyright:Barbara Biskopstøð Hansen.