Várglottar spretta á Tvøroyri

Wednesday 6. April 2022

Frá Tvøroyrar kvøld - og ungdómsskúla

Nú eru vit umsíðir komin ígjøgnum nakrar myrkar og veðurbardar mánaðir. Veturin er við at vera av og vit bjóða várinum vælkomnum. Eftir mínum tykki vóru desembur, januar og februar mánaði serstakliga tungir mánaðir her í Suðuroynni. Korona bylgjan gjørdi um seg, og hevði hetta ávirkan á kvøldskúlavirksemi.

Hóast hetta, so hevur kvøldskúlin havt ymiskt á skránni hetta skúlaárið. Nevnast kann zumbadansur, hipp hopp, sirkulvenjingar og svimjing í heitum hyli. Tað hevur verið vevað, broderað, horntónar, harmonikutónar, spennandi fyrilestrar, undirvísing í føroyskum sum annaðmál - samstarv við alla suðuroynna, undirvísing í føroyskum fyri norðurlendingum og eitt nýtt væleydnað skeið fyri foreldrum við orðblindni og lesi/skrivitrupulleikum. 

MEN, skúlaárið er ikki liðugt enn. Og tað eru spennandi Várglottar fyri framman, sjálvandi treytað av góðari undirtøku, og so ikki at gloyma árligu várframsýningina sum í ár verður 1.mai í Salt.

Útferð 7.mai

Viðfesta myndin av Kulugjógv er í samband við ein Várglotta leygardagin 7.mai.Tá fara vit útferð í Suðuroy fyri at vitja nøkur støð. Vit eygleiða í landslagnum, hvussu tað føroyska økið varð bygt upp av eldgosum og seinni máað niður av ísi. Framløga verður á Tvøroyar Skúla har Barbara Biskopstø Hansen, jarðfrøðingur og Lis Mortensen, landafrøðingur, frá Jarðfeingi, fara at geva eina heildarmynd av jarðfrøðini og greiða frá nøkrum serstøkum støðum, sum lýsa tíðir við eldgosum og ístíðum, sum hava formað landsløgini.Vit koyra við bussi og vitja áhugaverd støð í økinum.

Sí. meira um várglottarnar her á heimasíðuni.

Myndina eigur Barbara Biskopstøð.