Fyrilestur onsdagin 16.februar á Seglloftinum kl.19.00

Mikudagur 9. februar 2022

 

Fyrilestur: Avleiðingar av purismuni 

Fyrilestrahaldari: Jógvan í Lon, professari í málfrøði, sum í 2021 vann virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2021 fyri verkið Føroysk purisma.

Hvar: Á Seglloftinum á Tvøroyri

Hvar: Á Seglloftinum á Tvøroyri

Nær: 16.februar, mikukvøldið kl.19.00

Um: Fyrilesturin fer at snúgva seg um avleiðingar av purismuni - jaligar og neiligar avleiðingar. Jógvan í Lon hevur nýliga givið út nýggja bók sum nevnist “Purisma – føroysk orð ella orð í føroyskum”. Í sendingini “Nón” fyrr í ár verður nevnt, at sjálvur heldur Jógvan í Lon, at tað rúmkar málið, at tøkuorðini og nýggjyrðini – tað eru fremmandaorð og smíðað orð – liva lið um lið í málinum. Tað gevur møguleika fyri variatión, og at fólk laga málið til ta støðuna, tey eru í. Møguleiki verður eisini at keypa nýggju bókina til fyrilesturin.

Kostnaðu fyri fyrilesturin: 100 kr.-

Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar ella beinleiðis á heimasíðuni her. Tú finnur leinkjuna undir "Okkara skeið" her á heimasíðuni.