Fyrilestur og útferð við Jarðfeingi

Týsdagur 13. apríl 2021

Fyrilestur og útferð við Jarðfeingi

Heiti: Útferð um eldgos og ístíðir í Suðuroy, leygardagin 24. apríl

Stað: Vit byrja á Tvøroyrar skúla og halda fram við bussi, har vit vitja áhugaverd jarðfrøðilig støð

Undirvísarar frá Jarðfeingi: Barbara Biskopstø Hansen, jarðfrøðingur, og Lis Mortensen, landafrøðingur

Skrá fyri dagin:

Dagurin byrjar við fyrilestri um føroysku jarðfrøðina frá eldgosum til ístíðir í 60 milliónir ár. Aftaná fara vit út at vitja spennandi støð í Froðba, á Tvøroyri og í Hvalba, sum siga frá eldgosum, subtropiskum veðurlagi, ístíðum og kolinum í Hvalba. Vit koyra við bussi, men mugu vera ílatin til styttri gongutúrar út til einstøku støðini. Um middagsleiti njóta vit ein matarsteðg, og ferðin endar kl 16.

Les meir her: https://jf.fo/utferd-um-eldgos-og-istidir-i-suduroy-leygardagin-24-april/

Nær: 24. apríl kl 10 – 16

Kostnaður: 250 kr

Íroknað er matur um middagsleiti.

Tilmelding her á heimasíðuni.