Jarðfrøðilig útferð

Mánadagur 13. juni 2022

Aftur í ár skipaðu Jarðfrøði, Tvøroyrar kvøld og ungdómsskúli og Kunningarstovan á Tvøroyri fyri einum spennandi jarðfrøðiligum túri.

Við luttakarum úr øllum Føroyum var farið aftur í ístíðina, tá ið ístíðin tjúkkur fylti dalarnar, so bert fjallatindar rukku upp úr ísi. Vit frættu um eldgosini í Føroyum sum slóknaðu fyri eini 50 mill árum síðani, um jarðskjálvtan í Fámjin í 1930, um risaeldgosið í Fámjin, sóu stabbagrót við Hovsegg, leykflustu helluna í Hvi og lærdu um tá ein stór tsunami rakti á Vágseiðið og mangt afturat. Útferðin varð skipað sum útferð og undirvísing soleiðis, at luttakarar á ferðini skuldu uppliva 12 sermerkt støð við sermerktum søgum, og eydnaðist hetta sera væl við góðum veðri frá Várharra.