Kvøldskúlafaldarin 2023 - 2024

Fríggjadagur 29. september 2023

Heystið er komið

Heystið er komið, og eftir heystferiuna byrjar kvøldskúlavirksemið. Kvøldini verða myrkari, og uttandura virksemið verður spakuliga flutt til meira innandura virksemi.Tvøroyrar kvøld - og ungdómsskúli bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum til kvøldskúlaárið 2023-2024. 

Kvøldskúlabyrjan

Heystfrítíðin í ár byrjar 6. oktobur og endar 15. oktobur. Kvøldskúlin fer undir sítt kvøldskúlavirksemi eftir heystfrítíðina mánadagin 16. Oktobur. Kvøldskúlafaldarin er farin til prentingar og verður borðin í hvørt hús í komandi viku.

Á heimasíðuni hjá kvøldskúlanum www.kvungskuli.fo verða skeiðini koyrd inn so hvørt, soleiðis at klárt er at melda seg til ymsu skeiðini fríggjakvøldið 6.oktobur. 

 

  • Tilmeldingarskipanin á heimasíðuni letur upp fríggjakvøldið 6. oktobur klokkan 20.00