Kvøldskúlin á Instagram

Kvøldskúlin sjónligur á alnótini

Mikudagur 6. januar 2021
Lív Næs
SKRIVAÐ HEVUR Lív Næs Kvøldskúlaleiðari

Ein leistur í visjón 2021 hjá kvøldskúlanum er at gera kvøld- og ungdómsskúlan á Tvøroyri meira sjónligan gjøgnum pallin á Instagram.

Á Instagram profilinum #kvungskuli fer at bera til at síggja ymiskar myndir, sjónbond og beinleiðis upptøkur.

Eisini ber til at hava beinleiðis samskifti.

Á henda hátt kunnu vit eisini vera klár við eini sokallaðari koronatilbúgving. UM tað skuldi verið so, at ymisk tiltøk verða avlýst vegna korona, so kann kvøldskúlin nýta henda pallin.

Dáma og fylg kvøldskúlanum á Instagram við at fara niðast á heimasíðuna undir "sosialir miðlar".

Har finnir tú eisini beinleiðis leinkjuna til Facebook síðuna hjá kvøldskúlanum.