Nýggj heimasíða

Kvøldskúlin nýggja heimasíðu

Týsdagur 29. september 2020
Lív Næs
SKRIVAÐ HEVUR Lív Næs Kvøldskúlaleiðari

Í longri tíð hevur kvøldskúlin brúkt Facebook vangan hjá kvøldskúlanum “tvøroyrar kvøld – og ungdómsskúli” til at kunna borgarar um ymisku skeiðini. Eisini varð Facebook síðan gjørd við tí fyri eyga, at tit sum borgarar hava møguleika fyri at koma við tykkara meiningum um kvøldskúlan og møguleika fyri beinleiðis samskifti við leiðaran. Hetta hevur verið stak væl eydnað.


Nú hevur kvøldskúlin stovnað eina heimasíðu afturat hesum.
Hetta merkir, at tey sum ikki hava Facebook vanga eisini sleppa uppí part.
Bæði við nýggjari kunning og beinleiðis samskifti.

Niðast á heimasíðuni stendur "Kunning". Hesir teigarnir fara at verða dagførdir, so hvørt sum heimasíðan kemur at koyra, sum hon skal. Endamálið er, at upplýsingar skulu vera um ymsu undirvísararnar, um ymiskar skeiðsluttakarar, myndasavn og sjónbond o.a.
Heimasíðan eitur www.kvungskuli.fo sum stendur fyri kvøld og ungdómsskúli.