Kvøldskúlafaldarin verður borðin út í hvørt húsarhald.

Bólka undir:
3. oktober 2022
!! Kunning og gevið gætur !! Kvøldskúlafaldarin verður borðin í húsarhaldini við Posta í dag. Faldarin verður borðin út saman við lýsingunum. So hyggið gjølla lýsingarnar ígjøgnum, áðrenn lýsingarnar verða beindar burtur. Um tit ikki hava fingið faldaran við postinum, so kunnu tit heinta eitt eintak á Kommununi. Tann digitali faldarin er eisini…

Jarðfrøðilig útferð

Bólka undir:
13. juni 2022
Aftur í ár skipaðu Jarðfrøði, Tvøroyrar kvøld og ungdómsskúli og Kunningarstovan á Tvøroyri fyri einum spennandi jarðfrøðiligum túri. Við luttakarum úr øllum Føroyum var farið aftur í ístíðina, tá ið ístíðin tjúkkur fylti dalarnar, so bert fjallatindar rukku upp úr ísi. Vit frættu um eldgosini í Føroyum sum slóknaðu fyri eini 50 mill árum…

Fjallið, sum leyp og flustir leykir.

Bólka undir:
5. mai 2022
Fjallið sum leyp og flustir leykir: jarðfrøði-útferð í sunnara parti av Suðuroy. Á útferðini vitja vit í Fámjin og síggja leivdirnar av størsta eldgosinum á landi í Føroyum. Á Ørðaskarði síggja vit fjallið, sum leyp og í Hovi finna vit helluna, sum sær út sum flustur leykur. Hví hendir slíkt? Komið við á hesa útferð til landsløg í Fámjin, Hovi…

Várglottar spretta á Tvøroyri

Bólka undir:
6. apríl 2022
Frá Tvøroyrar kvøld - og ungdómsskúla … Nú eru vit umsíðir komin ígjøgnum nakrar myrkar og veðurbardar mánaðir. Veturin er við at vera av og vit bjóða várinum vælkomnum. Eftir mínum tykki vóru desembur, januar og februar mánaði serstakliga tungir mánaðir her í Suðuroynni. Korona bylgjan gjørdi um seg, og hevði hetta ávirkan á kvøldskúlavirksemi.

Fyrilestur onsdagin 16.februar á Seglloftinum kl.19.00

Bólka undir:
9. februar 2022
  … Fyrilestur: Avleiðingar av purismuni  … Fyrilestrahaldari: Jógvan í Lon, professari í málfrøði, sum í 2021 vann virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2021 fyri verkið Føroysk purisma. Hvar: Á Seglloftinum á Tvøroyri … Hvar: Á Seglloftinum á Tvøroyri … Nær: 16.februar, mikukvøldið kl.19.00 … Um: Fyrilesturin fer at snúgva seg um…