Talvfrálæra í Salt

Talvfrálæran í Salt er liðug fyri í heyst.

Hósdagur 17. desember 2020
Lív Næs
SKRIVAÐ HEVUR Lív Næs Kvøldskúlaleiðari

Í heyst hevur Tvøroyrar kvøld og ungdómsskúli í samstarvi við Sumbiar kvøldskúla og SALT - bjóða talvfrálæru mánakvøld kl.18-20.00 við undirvísara Eyðun Nolsøe.

Eyðun er virkin telvari, hann er fyrrverandi føroyameistari í talv og hevur luttkið á fleiri talv olympiadum. Øll hava verið vælkomin frá byrjunarstøði og uppeftir. Luttøkan hevur verið óvæntandi góð við fleiri enn 15 luttakarum.

Tey hava millum annað lært um byrjanarspæl, miðspæl og endatalv. Tey hava loyst talvuppgávur og telva fjøltalv móti Eyðuni. Eisini hevur høvið verið at telva móti javnari mótstøðu og analysera talvini aftaná. Hetta og mangt annað hevur verið á skránni. Endamálið við talvfrálæruni er at mennast í telvingini, at styrkja um evni at hugsavna seg og loysa /taktiskar/strategiskar støður.

Hvørt kvøld hevur hevur nýstovnaða talvfelagið verið í Salt frá kl.20.00 og úteftir, har øll hava verið vælkomin at telva. Eisini tey sum hava verið til undirvísing frammanundan hava luttikið í hesum.

Kostnaður: Luttøkan ókeypis.

Àrið í ár er ein royndarkoyring og tískil hevur verið ókeypis at luttaka. Byrjað verður aftur í vár, og tá verður eisini ókeypis luttøka. Um hetta verður ein endurtakandi væleydnað sólskinssøga, so kunnu vit seta tað uppí okkara framtíðarkvøldskúla - fíggjað við einum luttøkugjaldi.