Um kvøld og ungdómsskúlan

Kæru borgarar

Tvøroyrar kvøld - og ungdómsskúli bjóðar ungum sum eldri hjartaliga vælkomin til eitt nýtt kvøldskúlaár. Seinasta skúlaár endaði brátt, tá ið landið lukkaði niður í mars vegna Korona. Undirvísingini í várhálvuni steðgaði, undantikið Hornorkestrið sum hevði venjingar í Salt í frástøðu og undirvísingini í smíð. Vælumtókta prutl koyrikortið bleiv eisini gjøgnumført, og glaðir luttakarar hava ferðast á tveimum hjólum summarfrítíðina á tamb.

Korona hevði við sær, at kvøldskúlin avlýsti árligu várframsýningina, sum seinastu tvey árini hevur verið hildin á Seglloftinum. Fyri at fáa enda á skúlaárinum 2020 varð eitt uttandura tiltak skipað á nýggja spæliplássinum í miðbýnum. Hornorkestrið spældi, røða varð borðin fram og næmingar sum ganga til undirvísing í føroyskum sum annaðmál lósu yrkingar. Eisini vóru harmoniku tónar og zumba dansur á skránni í góðveðrinum.Hóast tað er ynskiligt hjá okkum øllum, at støðan viðvíkjandi korona skjótt skal batna, so er korona enn í millum okkum sum óboðin gestur, og tí verða øll skeið og undirvísing lýst við fyrivarni og fylgt verður eftir tilráddu tilmælunum, so leingi tað er neyðugt.

Heystfrítíðin í ár byrjaði 10. oktobur og endaði 18.oktobur. Kvøldskúlin byrjaði sítt kvøldskúlavirksemið eftir heystfrítíðina mánadagin 19.oktobur. Ætlanin var at undirvísingin til prutl koyrikotið skuldi byrja tann 21.septembur, men tað varð avlýst í síðstu løtu av korona. Skeiðið koyrikort til prutl varð bjóðað út 1.septembur á tilmeldingarskipan skúlans og var fultteknað eftir lítlari løtu. Skeiðið byrjar skjótt sum til ber og nýtt skeið verður boðið út í vár. Eitt annað nýtt skeið verður eisini farið í gongd áðrenn kvøldskúlin byrjar. Tað er brodering. Skeiðið varð bjóðað út á Facebook síðuni hjá Kvøldskúlanum og var útselt eftir einum degi. Eydna Dalsgaard er undirvísari og kemur úr Havn nøkur vikuskifti at leggja lag á broderingina. Hetta er fyrstuferð vit royna henda leistin, og eru vit spent uppá at síggja úrslitið.

Í longri tíð hevur verið arbeitt við at menna skipanina viðvíkjandi undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Undirvísarar í føroyskum sum annaðmál í kvøldskúlanum á Tvøroyri og í kvøldskúlanum í Vági, hava luttkið á kunnandi fundum og skeiðsvirksemið um tær ætlanir, sum eru viðvíkjandi vaksnum tilflytarum. Arbeitt hevur verið við at gera nýggja námsætlan til øki. Námsætlanin og tað ástøði sum námsætlanin byggir á er altjóða viðurkenda CEFR-skipanin. Endamálið er, at undirvísingin komandi ár verður skipað á tann hátt, at øll undirvísing í føroyskum sum annaðmál verður løgd saman í oynni har arbeitt verður sum eitt toymi. Á henda hátt verður møguleiki at leggja til rættis útbúgvingarskipanina í Suðuroynni.

Almenn undirvísing og glottar.

Tvøroyrar kvøld - og ungdómsskúli bjóðar long skeið í almennari frítíðarundirvísing, meðan styttri skeið verða bjóðað út í Heystglottum 2020 og Várglottum 2021. Glottarnir eru sprotnir úr tí støðu, at játtanin sum Tvøroyrar kvøld – og ungdómsskúli fær játtað frá Mentamálaráðnum hvørt ár, snøgt sagt ikki røkkur til tey eyka tilboðini, sum kvøldskúlin ynskir at veita borgarunum.

Hetta hevur tó somuleiðis við sær, at ymsu skeiðini fíggjast gjøgnum brúkaragjøld. Hetta hevur tó ikki hildið fólki aftur frá at melda seg til ymsu tilboðini. Og eg fari at nýta høvið at takka tykkum borgarum fyri, at tit hava víst nýggja leistinum í kvøldskúlaskipanini so stóra vælvild og undirtøku. Tí uttan tykkum hevði einki av hesum borið til. So tøkk skulu tit hava fyri tað.

Sum flest øllum kunnugt, hevur kvøldskúlin skipað fyri eini nýggjari tilmelding – og gjaldingarskipan. Her ber til at melda seg til skeiðini og gjalda við gjaldskorti.

UM skeiðini av onkrari orsøk ikki verða av nøkrum vegna forfall ella annað, so fer peningurin ikki av gjaldskortinum, hóast luttakarin hevur meldað seg til.

Tilmeldingargjaldið fyri longru skeiðini, sum eru undir almennari undirvísing er: 600 kr.-

Peningur verður fluttur á konto í Bank Nordik: 6460 4466391

Øll skeið í kvøldskúlanum eru TREYTAÐ AV LUTTØKU og skeiðini eru treytað av í minsta lagi 6 luttakarum. Á summum skeiðum er eisini eitt evsta mark.

Í longri tíð hevur kvøldskúlin brúkt Facebook vangan hjá kvøldskúlanum “tvøroyrar kvøld – og ungdómsskúli”, til at kunna borgarar um ymisku skeiðini. Eisini er síðan gjørd við tí fyri eyga, at tit sum borgarar hava møguleika fyri at koma við tykkara meiningum um kvøldskúlan og møguleika fyri beinleiðis samskifti við leiðaran. Hetta hevur verið stak væl eydnað.

Nú hevur kvøldskúlin stovnað eina heimasíðu afturat hesum.

Hetta merkir, at tey sum ikki hava Facebook vanga eisini sleppa uppí part.

Bæði við nýggjari kunning og beinleiðis samskifti.

Heimasíðan eitur www.kvungskuli.fo sum stendur fyri kvøld og ungdómsskúli.

Sum nakað nýtt fer kvøldskúlin at samstarva á ymsum økjum saman við sumbiar kvøldskúla og vágs kvøldskúla. Á henda hátt kunnu borgarar luttaka á ymsum skeiðum í oynni. Við hesum samstavi verður lagt upp til eitt enn betri kvøldskúlaskeið.

Várframsýningin hjá kvøldskúlanum verður eftir ætlan leygardagin 24. apríl 2021.

Við ynskjum um eitt litríkt og gevandi kvøldskúlaár.

Lív Næs, leiðari.

English:

Dear resident,

Tvøroyri evening and continuation school bids a heartfelt welcome to all of you, from young to old, a new evening school year. Last year, the evening school ended abruptly due to the country taking preventive measures against Corona by locking down the country. Spring courses stopped with the exception of brass band orchestra who practiced within distances of each other as well as workshop courses. Our popular driver’s license course for mopeds should have been held also where participants would have been happily driving on their two wheels during the summer break.

Corona also resulted in the cancellation of the yearly spring exhibition the evening school has hosted for the past two years at Seglloftið. The school year 2020 concluded with an outside event hosted at the new playground downtown. The brass band orchestra played, a speech was held, and students who participated in Faroese as a Second Language course read poems to the public. On this beautiful day, accordion music was played and Zumba dance was performed. Although all of us wished for the circumstances surrounding corona to improve, corona continues to remain among us and therefore, all courses have been advertised with precautions and preventive recommendations against corona as long as necessary.

This year’s fall holiday starts on October 10th and ends on October 18th. The evening school will resume again after the fall holiday on Monday, October 19th. The plan was to start the driver’s license course for mopeds on September 21st but it is cancelled for the time being due to corona. The registration for the moped course opened on September 1st and was filled up right away. The moped license course will start right away when possible and a new moped license course will be offered in the Spring. Also, a new course called embroidery began before the evening school started. The course was announced for registration on evening school’s Facebook page and it was sold out after one day. Eydna Dalsgaard is the instructor and travels from Havn to hold the courses on the weekends.

For some period of time, there has been work in improving the Faroese as a second language course. Instructors for Faroese as a second language course at Tvøroyri evening school and Vágur evening school attended information meetings and training courses for the language course intended for adult immigrants. Efforts on improving the course resulted in making a new curriculum, which is based on the theoretical framework of internationally recognized CEFR. The goal, in the coming year, is to organize all Faroese as a second language courses on the island together under one team. This approach can allow a possibility to prepare and set up an language education program in Suðuroy.

Public courses and glottar

Tvøroyri evening and continuation school offers long courses in public leisure education while shorter courses are offered in Heystglottum 2020 and Várglottum 2021. Because the ‘glottar’ courses are different from the regular (long) courses, the funding Tvøroyri evening and continuation school receives from the Ministry of Education each year, does not extend to the extra ‘glottar’ courses the evening school offers to its residents.

Therefore, these different (glotta) courses are paid by the users themselves. Even so, this hasn’t stopped people from signing up to different (glotta) courses. I want to take this opportunity to thank all residents for making glotta courses a part of the evening school program through goodwill and positive responses. Without you all, this would not have been possible. So again, thank you!

Most have been informed of the new evening school registration and payment portal. It is required for users to use the portal to register and pay with a debit card.

If, for some reason, the course is unable to be held, the payment will not be withdrawn from the debit card even though the participant has registered.

Registration fees for long courses under public leisure courses cost: 600kr.-

Payments are to be transferred to the Bank Nordik account: 6460 4466391

All courses offered by the evening school are contingent on the participants and courses are required to have minimum of 6 participants.

For some time, the evening school has used Facebook page, “tvøroyrar kvøld – og ungdómsskúli” to inform residents on different courses. The Facebook page was also made to provide an opportunity for residents to share their opinions and feedback on the evening school and a possibility to communicate directly to the manager. This was a huge success.

As a result of this success, the evening school has established a website of its own.

This is intended for those who do not have Facebook to also have the opportunity to be part of receiving new information as well as have the ability to communicate directly with the evening school.

The address to the website will be www.kvungskuli.fo, which stands for evening and continuation school.

Evening school’s spring exhibition is planned to be held on Saturday, 24. April 2021.

I wish you all a fruitful year ahead,

Lív Næs